Categories: Uncategorized

by Ingi Johannessen

Share

Categories: Uncategorized

by Ingi Johannessen

Deil

Um vikuskiftið var FM í hálvmaraton á skránni í Klaksvík, har Roysnið var væl umboðað. Og vit fingu fleiri heiðursmerkir við heimaftur. Samstundis høvdu vit tríggjar Roysnið rennarar í Danmark, sum runnu hálvmaraton sama dag um Lillebælts brúnna.

Sum so ofta til hálvmaraton í Klaksvík, so var veðrið avbera gott, men kalt. Og tað sást aftur á tíðunum. Fleiri rennarar settu persónligt met, og Julian Gregersen setti enn einaferð føroyskt met á hálvmaraton teininum. Eisini megnaði vinnarin hjá kvinnum, Bjørk Herup Olsen, at renna undir kravtíðina til oyggjaleikir.

Tað gekst eisini rennarunum úr Roysninum sera gott. Hallbjørg Danielsen kom á mál sum nummar trý av kvinnum, og fekk harvið bronsumedalju. Eisini fekk hon silvurmedalju í aldursbólkinum kvinnur veteranar, har hon var frammanfyri Lydiu í Lambanum sum fekk bronsu. Tær báðar komu á mál við tíðunum 1:41:28 og 1:45:07.

Lau Jensen hevur júst runnið sera góða tíð til London Marathon, har hann kom á mál við tíðini 3:07. Men tað sást ikki í Klaksvík at tað bara var ein vika síðani at hann rann marathon. Hann fekk silvur hjá monnum veteranar við tíðini 1:29:15. Alvorliga flott, og hetta vísir at Lau væl og virðuliga er komin fyri seg aftaná skaðan.

Vit hava eisini nakrar sera góðar rennarar í eldra endanum. Hjá superveteranmonnum fekk Roysnið bæði gull og silvur heiðursmerkið. Tað vóru ávikavist Henning Olsen (1:39:08) og Dávid Reinert Hansen (1:49:10) sum stóðu fyri teimum. Sum orðatakið sigur teir báðir eldast sum vín. og aldur er bara eitt tal. Flott runnið tit báðir.

Enn ein kapping har Roysnið gjørdi vart við seg. Øll úrslit og myndir kunnu síggjast inni á heimasíðuni hjá treysti.fo.

 

Helgi, Olga og Ingi Johannessen vóru burturstødd, men vildu ikki snýta allíkavæl, og høvdu funnið sær eina kapping í Middelfart, sum tey høvdu melda seg til. Veðrið var framúr, men var ov heitt til at renna skjótt. Eini 23-24 gradir og skýfríur himmal. Kappingin byrjaði klokkan 13:30, mitt í heitastu tíð, sum ikki hjálpti. Men rutan var hugnalig, vøkur og eisini tung. Tey fingu eina fína kapping og eitt gott upplivilsi.  Niðanfyri eru nakrar myndir frá kappingini.
Eitt hendingaríkt og gott rennivikuskiftið fyri okkara rennifelag. Roysnið hevur eftir hondini verið við til nógvar kappingar uttanlanda gjøgnum árini. Tann grøni liturin hevur ferðast víða um í Evropa. Komandi vikuskiftið hava vit aftur tveir rennarar sum fara at renna marathon í Keypmannahavn. Tað eru Mattias og Lydia sum hava melda seg til Copenhagen Marathon, og vit gleða okkum at síggja hvussu tað ferð at ganga, og ynskja teimum allarbestu eydnu.

 

 

 

Related Posts