Roysnið er felag fyri frælsan ítrótt í Eysturoynni, undir sersambandinum FÍF, og er heimahoyrandi í Runavík. Felagið varð stovnað 16. januar 1998 og endurstovnað 7. mars 2013.
Høvuðshølið hjá felagnum er hjá Byggivirkinum KBH á Toftum.
Samband
- Ítróttarfelagið Roysnið
- c/o A. Johannessen
- Agnið 8, FO-655 Nes
- T-postur: roysnid@mail.fo
Gerast limur
Limagjaldið er:
- 200 kr. um árið fyri vaksin
- 100 kr. um árið fyri børn
- 400 kr. um árið fyri alt húskið
Limagjaldið verður goldið á kontu 6460-3862552.
Fyri at gerast limur sendir tú navn, bústað, føðingardag, t-post og telefonnummar til nevndina. Er talan um húskislimaskap, vil nevndin fegin vita nøvnini á øllum limum á bústaðnum – tey kunnu sendast við t-posti til roysnid@mail.fo.
Melda til við t-postiNevndin (11/3-26)
- Ingi Johannessenformaður
- Mattias í Lambanumnæstformaður
- Hallbjørg Danielsenskrivari
- Jørgin Joensenkassameistari
- Terje Hansennevndarlimur
- Julianna Frederiksbergvaralimur
- Malan Joensenvaralimur
Viðtøkur
Roysnið fylgir standardviðtøkunum hjá Ítróttasambandi Føroya.
Søgan
Roysnið varð stovnað 16. januar 1998, og stovnanin fekk stóra ávirkan á frælsa ítróttin í Føroyum. Tað skulu trý feløg til innan somu ítróttargrein fyri at kunna seta sersamband á stovn – so tá Roysnið kom til, byrjaði arbeiðið at leggja lunnar undir FÍF, sum varð stovnað fýra ár seinni, í 2002. Sølvi Reinert Hansen, ein av stigtakarunum, gjørdist eisini fyrsti formaður í FÍF, har hann sat til 2006.
Eftir nøkur ár doyði virksemið út, og Roysnið var í nógv ár mestsum bert eitt eiti. Flestu íðkarar úr Eysturoynni limaðu seg inn í Treysti, sum eisini yvirtók tað mesta av virkseminum. Kortini vóru alla tíðina íðkarar, sum ynsktu at umboða Roysnið.
Í 2011 byrjaði aftur at líkjast einum felag, tá regluligir rennitúrar sunnumorgnar komu í lag. Tað gekk striltið í fyrstuni, men so líðandi rætta vegin – og til endans fall prátið á eina endurstovnan. 7. mars 2013 savnaðust um 15 fólk í bókasavninum við Løkin, og tá fundurin var lokin, var felagið sett á stovn aftur: ein starvsnevnd við fimm limum var vald, og nýggjur litur til felagið.