Roysnið · Eysturoy, Føroyar
Tíðindi

Hendingarríkt vikuskiftið

28.07.2026 · av Ingi Johannessen

Nógv virksemi hevur verið um vikuskiftið innan frælsan ítrótt. Tað byrjaði fríggjakvøldið við FM á breyt í Klaksvík, og endaði við Ólavsøkurenning í Havn í gjár. Sum so ofta vóru vit í Roysninum væl umboðað, og vit fingu eisini fleiri heiðursmerkir.

Fríggjakvøldið byrjaði FM/FMU á breyt 2026. Á skránni var millum annað 100m, Trístøkk og 10000m renning. Tríggir luttakarar stillaðu upp til 10000m, og har ímillum høvdu vit ein luttakara. Luttakararnir vóru Ragnar Rasmussen úr Hvirluni, Neli Heldarskarð úr bragdinum og Ingi Johannessen úr Roysninum. Ragnar hevði sett sær sum mál at taka føroyska metið á 10000m. Tað er Guttorm Sørensen (Gutti) sáli, sum eigur tað, við tíðini 31:55. Tíverri var veðrið ikki tað besta um vikuskiftið, og var tað heilt sikkurt viðvirkandi til at tað ikki eydnaðist Ragnari at taka metið. Hann rann teinin upp á 32:18,81. Aftanfyri hann var Neli við tíðini 33:08,81. Bronsuna fingu vit í Roysninum. Ingi kom á mál við tíðini 40:55,92.

Sunnudagin var so 5000m á skránni. Tá stillaðu tveir til start og vóru teir báðir úr Roysninum, Ingi Johannessen og Mattias í Lambanum. Mattias ætlaði at renna persónligt met, sum æt 17:17 áðrenn kappingina, Men sum nevnt, var veðrið heldur illsligt um vikuskiftið, og sunnudagin regnaði eisini illa. Líkindini vóru als ikki optimal til at renna skjótt, men allíkavæl rann Mattias eina flotta tíð, sum æt 17:28 og bleiv harvið føroyameistari á 5000m. Ingi Johannessen fekk silvur við tíðini 20:01.

Í gjár bleiv Ólavsøkan skotin í gongd við siðbudnu Ólavsøkurenningini, og eisini har vóru vit væl umboðað, og fingu heiðursmerkir heim við.
Í aldursbólkinum 56-65 hjá kvinnum fekk Arnbjørg Johannessen silvur. Tað gjørdi hon við eini tíð á 23:38. Framman fyri hana var Hergerð Heldarskarð, meðan Una Højsted fekk Bronsu.

Í elsta bólkinum hjá monnum fingu vit eisini silvur. Henning Olsen kom á mál við tíðini 22:07, og tað var nokk til silvur heiðursmerki. Jósvein Herup Olsen vann, og Jens Weihe fekk bronsu.

Julian Gregersen tók rutumetið og vann harvið Ólavsøkurenningina við tíðini 14:57. Ragnar Rasmussen fekk silvur og Ísak Kolden fekk bronsu.

Tað vóru sera nógvar góðar tíðir, og kunnu allar tíðirnar síggjast her:https://my.raceresult.com/410297/ – Myndir frá kappingini síggjast á Facebook síðuni hjá Bragdinum.

Vit í Roysninum vilja ynskja øllum eina góða Ólavsøku.

← Aftur á forsíðuna