Roysnið skipar fyri venjingum fleiri ferðir um vikuna.

Venjingin er fyri øll, og øll kunnu vera við. Tað er fyri tað mesta rennivenjing ella rennirelaterað venjing, í flestu førum á motioniststøði. Venjingin er sum oftast skipað á slíkan hátt at støði kann lagast til, og er hóskiligt til hvønn einstakan íðkara. Venjingin fyri børn (frá uml. 9 ár) og ung á breytini, fevnir í ávísan mun eisini um aðrar greinar í frælsum ítrótti enn renning, t.d. kúluvarp og longdarlop, tó einans á byrjunarstøði.

Venjingarskráin (fyri vetrarhálvuna 2020/2021) sær soleiðis út:

Týsdagarkl.18.30Intervallvenjing á Svangaskarði
Mikudagarkl.21.00Styrkivenjing í høllini á Toftum.
Sunnudagarkl.8.30Renning, møtast uttanfyri Bylgjuna í Runavík


Í vetrarhálvuni er ongin venjing fyri børn og ung á breytini. Ung (12+) kunnu tó altíð vera við í venjingini hjá teimum vaksnu, bæði á breytini (ymisk renning og venjing, td. intervallir), styrkivenjing og til róligu langtúrarnar sunnumorgnar. Skift verður millum vetrar og summarhálvuvenjing uml. fyrsta vikuskiftið í apríl og uml. hálvan september.